Beinharðar samráðingar

Danska stjórnin hevur meldað út, at Føroyar í mesta lagi skulu vænta sær eina skiftistíð á 3 til 4 ár. Hetta kemur ógvuliga dátt við hjá landsstýrinum

John Johannessen

úr Keypmannahavn


Fullveldissamráðingarnar við donsku stjórnina tóku seinnapartin eina snaring, landsstýrið ikki hevði væntað. Eftir harðar samráðingar í tveir tímar fóru partarnir hvør til sín at tosa innanhýsis saman eina løtu. Og púra óvæntað, meðan partarnir sótu í hvør sínum lagi, fór danski forsætisráðharrin út í speglsalin til pressuna og meldaði út eitt danskt útspæl til samráðingarnar.

Í hesum útspæli verður sagt, at eitthvørt val hjá føroyingum hevur sínar fylgjur. Tískil má eitt val um fullveldi sjálvsagt hava fylgjur á fíggjarliga økinum, á umsitingarliga økinum og eisini fyri samstarvið millum londini, sigur danska stjórnin og vísir á, at ein rímulig skiftistíð á í mesta lagi trý til fýra ár.

Hesin tíðindafundurin loypti rættuliga hvøkk á landsstýrið, ið als ikki hevði væntað, at Nyrup fór at halda tíðindafund mitt undir samráðingunum.

Hálvan tíma eftir tíðindafundin hjá Nyrup valdi landsstýrið at halda tíðindafund. Á heusm fundi varð greitt frá støðu landsstýrissins til framferð forsætisráðharrans undir samráðingunum.

?Vit eru kedd av, at samráðingarnar brádliga eru farnar at snúgva seg um skiftistíð og annað, tá avtalað var, at endamálið við hesum fyrsta samráðingarfundinum bert var at leggja ein leist fyri víðari samráðingarnar, segði løgmaður á tíðindafundinum.

Øll landsstýrisfólkini vóru samd um, at tað var skeivt av donsku stjórnini at koma við útmeldingum um, hvussu skiftistíðin fór at vera, og ásannaðu tey, at hetta gav ábendingar um, at talan fór at verða um harðar samráðingarnar.

Samráðingarfundurin varð tikin upp aftur um sjey tíðina danska tíð, og sita partarnir enn við samráðingarborðið, nú klokkan nærkast nýggju.

Fyri løtu síðani var Høgni Hoydal uttan fyri dyrnar, og segði hann við Føroysku Tíðindastovuna, at hann væntaði, at samráðingarnar fóru at gerast drúgvar.

Tó segði Høgni Hoydal, at partarnir nú vóru farnir at tosa um leistin fyri komandi samráðingarnar, eins og ætlanin upprunaliga var. Kortini var talan um harðar samráðingar millum tveir partar, ið standa ógvuliga langt frá hvørjum øðrum.