Beindi fyri sær í Notre Dame

Stóra dómkirkjan í París, Notre Dame, mátti í gjár tømast fyri fólk, eftir at ein høgravíðgongdur aktivistur hevði beint fyri sær inni í kirkjuni. Frammi fyri altarinum hevði hann skotið seg sjálvan.

Tann 78 ára gamli Dominique Venner (myndin) var kendur fyri sínar sera høgravendu ritgerðir og hugleiðingar, har hann eitt nú gjørdi sera nógv burturúr at tosa harðliga ímóti rættinum hjá samkyndum til skrásett parlag ella enntá hjúnalag.

– Við vissu fara at krevjast nýggj, ógvuslig og symbolsk stig, fyri at tøgnin skal halda uppat, og minnini um okkara uppruna aftur vakna, skrivaði hann millum annað í sínum seinasta ritstubba.

Høgravíðgongdi floksleiðarin, Marine Le Pen, nýtti hetta upplagda høvi til at fagna sjálvmorðinum sum eini “politiskari heiðursgerð”.