Beindi fyri sær

David B. Kellermann, sum var virkandi fíggjarstjóri í amerikanska kreditfelagnum Freddie Mac, varð funnin deyður í heimi sínum í statinum Virginia gjáramorgunin Løgreglan sigur, at hann hevði beint fyri sær.

David B. Kellermann, sum var 41 ára gamal, tók við sum fíggjarstjóri í Freddie Mac, tá tað almenna yvirtók kreditfelagið í september í fjør.

New York Times skrivar, at David B. Kellermann fekk 800.000 dollarar í bonus fyri stuttum. Tað var júst bonusskipanin, sum noyddi fleiri stjórar í amerikanska fíggjarheiminum at fara frá, tí fólk og politikarar hildu skipanina vera órímiliga.