Beinbrot setti fót fyri Símun

Fótbóltur: Fyri tveimum árum síðani upplivdi 24 ára gamli Símun Eliasen ringasta dagin í fótbóltslívi sínum. Síðani tá hevur tað verið eitt støðugt stríð at náa somu hæddum sum áðrenn álvarsama skaðan

EYÐUN KLAKKSTEIN


ÅRHUS: Tað er ein góður dagur í februar, kalt og stilt. Rópini hoyrast frá venjingarvøllinum hjá Århus Fremad við Riisvang Stadion, ein bleytur grúsvøllur.

Símun Eliasen og hansara liðfelagar á 2. liði hjá Århus Fremad eru júst komnir út eftir hálvleikssteðg í venjingardysti móti 3. liðnum í felagnum. Teir eru frammanfyri, og Símun hevur skorað.

Tíðliga í seinna hálvleiki strýkur ein viðspælari hjá Símun avstað í høgru síðu, og Símun fylgir eftir mitt fyri. Bólturin verður lagdur inn úr síðuni, og Símun er fyrri enn málverjin, hann fær skot á, bólturin fer við síðuna av, og síðani bresta Símun og málverjin saman.

Brakið hoyrist um vøllin, Símun liggur eftir á, men hann merkir einki í beininum. Hann hyggur niður og sær, at fóturin hevur dragað sær meira enn gott er. Har er okkurt heilt galið.

Føroyski spælarin verður fluttr á Århus Kommunehospital, sum liggur nærhendis vøllin, og har verður staðfest, at annar leggurin í beininum er brotin og tvey liðbond, sum skulu halda fótinum uppi á pláss, eru slitnað.


Ringasti

fótbóltsdagurin

24 ára gamli Símun Eliasen úr Fuglafirði minnist enn allar smálutirnar frá óhepna leygardegnum fyri tveimum árum síðani, tá hann upplivdi ringasta dagin í sínum fótbóltslívi higartil.

? Eg var sera væl fyri júst tá eg breyt beinið. Eg skuldi við á 1. lið hjá Århus Fremad næsta dystin, og eg spældi fyri einum føstum plássi á føroyska A-landsliðnum. Men so var alt knappliga vent á høvdið, og eg fór heilt í botn, greiður hann frá.

Álvarssami skaðin kostaði tað mesta av einum ári, hóast Símun spældi fyrstu ferð aftur í august 1997, og síðani tá hevur tað verið eitt støðugt stríð fyri at náa somu hæddum, sum áðrenn skaðan.

? Eg var fullur av sjálvsáliti áðrenn skaðan, tí tað gekk so væl, og alt sá so ljóst út. Seinastu tvey árini havi eg ofta hugsa um, um tað er vert at brúka so nógva tíð upp á fótbólt, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað er ov tíðliga hjá mær at gevast.

Men hóast ídni og nógva venjing er Símun Eliasen ikki aftur komin í nánd av 1. liði hjá superligafelagnum Århus Fremad.

? Sum støðan er beint nú, rokni eg ikki við, at eg fái kjansin á 1. liði áðrenn summarsteðgin, men skaðar og leikbann kunnu altíð hava við sær, at venjarin gevur mær kjansin.

Símun venur annars saman við 1. liðshópinum, men spælir á Danmarksseriuliðnum, sum hann og Uni Arge vóru við til at spæla upp úr tí, sum verður kallað Jyllandsseriuni.

Undan seinnu hálvu av superliguni var Símun við 1. liðshópinum í Spania á venjingarlegu, og har spældi hann ein dyst.


Má spæla í verjuni

Í superligahópinum hjá Århus Fremad eru næstan 30 spælarar, og vanliga eru tað teir somu, sum sleppa við til dystirnar, meðan restin so spælir í Danmarksseriuni.

? Mín vegur á 1. lið er at gera tað so gott sum gjørligt á 2. liði, men tað eru tað nógvir sum royna. Fleiri sáttmálaspælarar eru á 2. liði, og tað eru ofta teir sum fyrst fáa kjansin, tá leikbann og skaðar eru á 1. liði, sigur Símun Eliasen.

Á einum liði, har málið hjá øllum spælarunum er at náa einum liðið longri uppi, kann væntast, at spælararnir spæla fyri seg sjálvar. Soleiðis er tað eisini í Århus Fremad.

? Sjálvandi eru tað nakað av tí, men eg haldi ikki tað er so útbreitt. Venjingin og dystirnir hjá liðnum verða tiknir í stórum álvara, og tað valdar ein stór disiplin á liðnum, greiður Símun Eliasen frá.

Og tann disiplinin umfatar eisini spælið á vøllinum, har spælararnir fáa greið boð um at halda plássini, teir spæla á. Tað er nakað, sum passar illa hjá Símuni, sum er kendur fyri at fjakka nógv á vøllinum og at gera eitt stórt arbeiði bæði har frammi og har afturi.

Júst nú spælir Símun vinstri bakkur í 4-4-2 spæliskipan, og tað hevur havt við sær, at hann skal læra seg at spæla í flatari verju, at dekka í økjum og annars halda sítt pláss á vøllinum.

? Eg havi sum so einki ímóti at spæla á hesum plássinum, sjálvt um tað ikki er nakað ynskipláss, men eg sakni eitt sindur at verða við har frammi á vøllinum og at gera okkurt mál við hvørt. Men tað eru nógvir um boðið um júst álopssinnaðu plássini á vøllinum.


Flytir kanska til Føroya

Símun Eliasen hevur gjørt upp við seg sjálvan, at hann spælir í Århus Fremad restina av árinum. Hvat so hendir eftir tað, veldst um hvussu tað gongst í felagnum næstu mánaðirnar.

? Mínar ambitiónir eru til meira enn bara at spæla í Danmarksseriuni, tí umhugsi eg at skifta felag tá hetta árið er úti, sigur Símun Eliasen.

Hann er undir útbúgving sum maskinverkfrøðingur og gongst alt sum ætla við útbúgvingini skal hann í praktikk frá január mánaði ár 2000, og tann praktikkin kann takast allastaðni í Danmark og eisini í Føroyum.

? Eg havi onga avgerð tikið um, hvar eg fari enn, og tað kann vælsaktans blíva til bæði Føroyar og Danmark. Sjálvt um støðið í Danmarksseriuni er passaliga høgt, hevði eg ivaleyst verið meira sjónligur í føroysku kappingini, heldur Símun Eliasen.

Skuldi tað hent, at Århus Fremad flytir niður úr superliguni í juni mánaði, gevur tað samstundis Símuni betri møguleikar fyri at koma á 1. liðið í felagnum, tí so flyta fleiri spælarar frá felagnum.

Skuldi tað hent, at Símun flytir til Føroya um eitt lítið ár, so verður tað helst til høvuðsstaðin, og so verður tað eitt av feløgunum har, sum fær gleði av fótbóltsevnunum hjá landsliðsspælaranum.


Givið avboð

til landsliðið

Símun Eliasen hevur seinni árini verið við til 9 landsdystir hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, men hann hevur bara fingið spælitíð í tveimum av teimum.

Ambitiónirnar hava leingi verið og eru framvegis at vinna fast pláss á fótbóltslandsliðnum, men tað verður ikki áðrenn summarsteðgin í ár, tí Símun hevur givið avboð til allar landsdystirnar fyrra hálva árið. Tann avgerðin er partvís tikin út frá, at nógvar royndir eru fyri framman á skúlanum og at hann hevur fingið lítla spælitíð á landsliðnum.

? Nú taki eg ein steðg frá landsliðnum fram til í summar, og so fáa vit at síggja, hvat hendir eftir tað, sigur Símun Eliasen.

Og hóast sjálvbodna steðgin frá landsliðnum skal eingin ivast í, at Símun Eliasen hevur stórar ambitiónir við fótbóltsspælinum. Fyri fyrst snýr tað seg um at vinna sjálvsálitið og viðgongdina aftur, sum hann hevði fyri tveimum árum síðani, og síðani at spæla seg til eitt pláss á einum hægri liðið enn tí, hann nú spælir á nú. Og so snýr tað seg eisini um at spæla seg á føroyska fótbóltslandsliðið.

Og tað verður neyvan fyrr enn tá, at minnini frá einum óhepnum leygardegi í februar 1997 rættiliga kunnu skúgvast til viks.