Beinagrindin er av einum 30-50 ára gomlum manni

Enn er ringt at siga, nær beinagrindin, er eyðmerkt

 

Í gjárkvøldið fór politiið, saman við einum retsantropologi, undir arbeiðið at eyðmerkja beinagrindina, ið bleiv funnin á 22 metra dýpið og 150 metrar úr landi við Ljósá.

 

Higartil er staðfest, at talan er um ein 30-50 ára gamlan mann, sigur løgreglan.

 

Í dag verður so beinagrindin send til Danmarkar til nærri kanningar, men enn er ringt at siga, nær beinagrindin endaliga er eyðmerkt, sigur løgreglan.