Ein meira enn 150 miljónir ára gomul beinagrind av einum dinosauri av slagnum - Allosaurus - varð í dag seld á einari uppboðssølu í franska høvuðsstaðnum, París. Prísurin gjørdist heilar 32 miljónir norskar krónur, veit norska tíðindastovan NTB at siga.
Sagt verður, at prísurin á beinagrindini upprunaliga varð settur til 1,2 miljónir evrur, sum svarar til einar 13 miljónir norskar krónur, men endaligi søluprísurin gjørdist nógv hægri enn hetta. Uppboðssøluhúsið Drouot vil ikki upplýsa, hvør keyparin er.
Beinagrindin varð funnin í Wyoming í USA í 2016. Einasta fullfíggjaða beinagrind av slíkum dinosauri, sum kann metast við hesa, sum nú er seld, er av einum øðrum dinosauri av slagnum Allosaurus, sum kann síggjast á Natural History Museum í New York.