Beina spreingievnið trygt burtur

Vága Floghavn hevur nú fingið frágreiðingina um, hvussu gamalt spreingievni trygt kann burturbeinast – og uttan, at flogferðslan verður ávirkað.

Eftir at gamalt spreingievni fyrr í ár varð funnið í jørðini í sambandi við útbyggingina av flogvøllinum í Vágum, varð heitt á norsku ráðgevarafyritøkuna Sweco um gera eina frágreiðing um, hvussu gamla spreingievnið kann burturbeinast á tryggasta hátt og eftir bestu fakligu forskriftum.

Sweco hevur nú latið Vága Floghavn sína frágreiðing, har dentur eitt nú verður lagdur á, hvussu møguligir vandar skulu avmarkast, og hvussu arbeiðið kann gerast uttan at ávirka flogferðsluna.

Í sjálvari mannagongdini fyri burturbeiningararbeiðið verður hædd tikin fyri trygdartiltøkum í sambandi við arbeiðið – eitt nú tá mold verður grivin oman av økinum, tá møgulig gomul borihol skulu reinsast, og tá møguligt gamalt spreingievni skal burturbeinast.

Sweco vísir til royndirnar frá floghavnini í Florø í Noreg í 1999, har gamalt spreingievni varð funnið í sambandi við útbyggingina av vøllinum har. Tað uppruddingararbeiðið varð fingið frá hondini trygt og væl.

Vága Floghavn fegnast um at hava fingið frágreiðingina frá Sweco, og felagið sær nú fram ímóti, at uppruddingararbeiðið kann avgreiðast á tryggan og fakliga góðan hátt.