Fossánes - Mjølnir 0 ? 3
10-25 15-25 8-25
Flogbóltur
Dysturin byrjaði rættiliga javnt, liðini fylgdust til 6-6, men eftir tað var stórur munur á liðunum og tað var eingin møguleiki í nøkrum av settunum at steðga Mjølnirliðnum. Vera Larsen ið vanliga spælir libero var ikki við og somuleiðis sat Tina Jacobsen uttanfyri við skaða.
Hetta tyktist tó ikki at nerva Mjølnirliðið stórvegis.
Hóast Fossánes tapti stórt fyrsta setti valdi Fossánesvenjarin Jón Kári Frederiksen at spæla "sosialt" ella at royna allar spælararnar tvey tey næstu settini. Fossánes kemur neyvan at gera nakað við Dráttur og Mjølnir men móti Fleyr og TB kunnu tey fyrstu stigini koma um spælarnir eru meira frekir frammi við neti tí ofta eru bóltarnir alt ov lættir, tá sligið verður tvørturum.










