Enski landsliðsskiparin var nær við at smella um, tá hann skoraði sigursmálið í 1/8-finaluni hjá Onglandi móti Ecuador. Vætumangul var orsøkin, og sjálvur segði Beckham, at hann var um at smella í svørðin, áðrenn hann í 87. minutti varð skiftur út fyri Aaron Lennon.
Úr ensku leguni verður sagt, at ensku spælararnir í dystinum, sum varð spældur mitt um dagin, drukku tilsamans 70 litrar av vatni. Vanliga nýtslan í einum landsdysti liggur um 20 litrar fyri alt liðið.