- Um David Beckham er áhugaður í at spæla í Premier League aftur, so er hann vælkomin at ringja til mín ella Phil Neville, sigur David Moyes venjari hjá Everton.
35-ára gamli David Beckham er sáttmálabundin í LA Galaxy, men har er kappingin júst enda og byrjar ikki aftur fyrr enn komandi ár. Beckham hevur seinastu tvey árini verið útleigaður til AC Milan í hesum tíðarskeiðinum. Umframt tað, so var liðfelagin hjá honum, Landon Donovan útleigaður til júst Everton í fjør.
- Eg vóni, at um Beckham er áhugaður at hann ringir til mín. Hann veit eisini hvussu hann skal fáa fatur á Phil Neville, sigur David Moyes víðari.
David Beckham og Phil Neville kennast væl frá tíðini í Manchester United. Phil Neville er í dag liðskipari hjá Everton.
Tað er framvegis ógreitt hvørja støðu David Beckham hevur tikið til at blíva útleigaður. Í fjør gjørdist hann illa skaddur í AC Milan troyggjuni stutt undan HM endaspælinum. Tað var leiðslan í LA Galaxy lítið fegin um.