Beckham úttikin til enska landsliðið aftur

Alt fótbólts-Ongland og venjari tess; Steve McLaren mugu hanga sín hatt á Ísrael og Makedonia. Onglandi tørvar, at Ísrael fær minst javnt tann 17. november í Tel Aviv ímóti Russlandi. Vinnur Russland á Ísrael, er tað bara Andorra, sum stendur í vegin fyri, at teir kvalifisera seg til EM. Sama leygardagin hevur Ongland tørv á, at Makedonia vinnur á Kroatia, um Ongland skal kunna innheinta Kroatia. Fær Kroatia javnt í Skopje, ber ikki til at innheinta Kroatia. Ongland situr yvir 17. november, tá leika teir vinardyst ímóti Eysturríki í Wien. 21. november tekur Ongland ímóti Kroatia á nýggja Wembley-leikvøllinum. Hetta verður síðsti dysturin í undankappingini. Ásannandi, at so royndir menn, sum John Terry og Rio Ferdinand ikki verða klárir til dystin, so hevur McLaren valt at taka David Beckham út til dystin. ?Vit hava hart brúk fyri monnum við royndum!? sigur McLaren, sum júst hevur verið yviri í Los Angeles fyri at síggja Beckham leika fyri LA Galaxy. McLaren hevur eisini kannað, um Beckham er nóg væl fyri til dystirnar ímóti Eysturríki og Kroatia. Kiksar Ongland kvalifikasjónina, verður tað fyrstu ferð síðani HM 1994, at Ongland ikki verður við til eitt endaspæl. Tá endaði Ongland aftanfyri Noreg og Holland.