Amerikanska fótbóltsfelagið LA Galaxy var aftanfyri 2-0 ímóti Real Salt Lake um vikuskiftið, og tá er gott at hava ein David Beckham á liðnum. Beckham skoraði tvey mál við langskoti, og tað var nóg mikið til at tryggja LA Galaxy javnleik í dystinum.
- Hugburðurin hjá Beckham gjørdi stóran mun, segði álopsspælarin hjá Galaxy, Landon Donovan, eftir dystin.










