At Beckham er góð reklamera fyri ymiskar vørur, man eingin ivi vera um. Hetta hevur ein kinesisk fyritøka eisini funnið út av og tey brúka nú navnið hjá Beckham til at selja hýtur ? uttan at hava fingið loyvi frá honum. Fyritøkan sigur í reklamuni, at menn, ið brúka júst hesar hýturnar, kunnu skora eins nógvar kvinnur og Beckham kann skora mál!
Men tað sær út til at reklaman ikki hevur riggað sum ætlað í Kina. Fleiri viðhaldsfólk hjá Beckham vilja nevniliga hava hýturnar bannaðar nú, tí tey ikki vilja fornerma fyrimyndina hjá sær. ? Vit vilja ikki hava, at Beckham skal halda, at kinesarir ikki respektera hann, sigur eitt kinesiskt viðhaldsfólk hjá Beckham. ? Vit elska Beckham!