Beckham oyðileggur sær ryggin

Enski fótbóltsspælarin David Beckham er víðagitin fyri síni tiltiknu skot. Hansara heilt serligi sparkiteknikkur hevur gjørt hann heimskendan, men nú er líkt til, at hesin teknikkur leggur so stórt og áhaldandi trýst á kroppin hjá Bekcham, at hann hevur fingið trupulleikar við rygginum.

David Beckham segði nú um dagarnar við bretska blaðið The Sun, at hann má fáa pínustillandi sproytu áðrenn og eftir dyst.
Læknarnir í Real Madrid, har Beckham spælir, siga, at tað er tann serliga støðan, sum kroppurin hjá honum kemur í, tá hann avleverar og skjýtur, sum hevur við sær pínuna í rygginum.
Beckham hevur síðani hann var smádrongur vant ótroyttiligur at sparka bóltin á sín serliga hátt. Hann er blivin burtur úr góður at skjóta fríspark, og kropsstøðan hjá Beckham er so eyðkend, at Adidas hevur brúkt hana sum grundarlag fyri einum serligum logo til onkrar av sínum fótbóltsskóm.