David Beckham kunngjørdi í gjár um sínar stadion ætlanir í Miami, har hann og sínir íleggjarar hava ætlanir um eitt stóran og flottan fótbóltsleikvøll sum kann rúma 35.000 fólkum. Leikvøllurin skal hava útsýni yvir havnina í Miami, soleiðis at leikvøllurin skal fáa fótbóltsáhugaði úr øllum heiminum at síggja leikvøllin.
- Tá fólk hugsa um Miami, hugsa tey beinavegin um vatnið, ella at vera nær við vatnið. Tí meti eg tað sum eitt gott hugskot, at leikvøllurin kemur at liggja við vatnið.
- Eg bað mítt toymi um at hyggja eftir nøkrum hugskotum til tann nýggja leikvøllin, sum skuldi fáa tey flestu tingini við, sum Miami hevur at bjóða uppá. Sjálvt um tað enn bara er ætlanir, so meti eg at vit hava eina visjón sum ikki bara Miami vil verða stolt av, men eisini restina av heiminum, sigur Beckham víðari.
Umframt at liggja nær við havnina í Miami, so skal tað eisini vera eitt handilssentur á leikvøllinum, umframt eitt alment pláss har áskoðararnir kunnu samlast áðrenn dystirnar.
David Beckham vónar at hann við ætlaninum um leikvøllin fær eitt sindur av uppmerksemi rundanum fótbóltsliðið í Miami, sum leikar í tí fremstu amerikansku deildini.
David Beckham hevur sett umleið 140 milliónir krónur til síðis, fyri at endurreisa fótbóltsfelagið í Miami aftur frá botninum av.











