David beckham verður eisini at síggja í LA Galaxy troyggjuni komandi tvey árini. Tað staðfesti fyrrverandi Manchester United og Real Madrid stjørnan í vikuni. 36-ára gamli miðvallarin vann í fjør MLS, sum er besta deildin í Amerika. Fyrrverandi enski liðskiparin hevur í eina tíð verið sáttmálaleysur og hevur nýtt drúgva umhugsingartíð til at taka eina avgerð.
- Hetta er ein týdningarmikil avgerð. Eg havi tilboð frá øðrum feløgum, men eg brenni framvegis fyri at spæla í Amerika og vinna heitið við LA Galaxy, sigur David Beckham sambært BBC.
David Beckham vónar, at hann sleppur at luttaka í OL í London í summar. Stórabretland hevur meldað lið til fótboltskappingina.










