David Beckham eigur tríggjar ferðir so nógvan pening, sum Michael Owen og Wayne Rooney Hóast David Beckham er 35 ára gamal, so er hann framvegis tann ríkasti bretski fótbóltsspælarin.
Norska sjónvarpsstøðin TV2 hevur roknað uppá inntøkurnar hjá teimum ríkastu monnunum í tí bretska fótbóltsheiminum, og liggur David Beckham ovast við einari ogn, sum svarar til 1,1 miljardir norskar krónur.
Hóast Michael Owen hjá Manchester United ikki sæst nógv á leikvøllunum, so liggur hann næstovast á listanum. Michael Owen eigur eina ogn, sum svarar til 343 miljónir norskar krónur. Liðfelagin Wayne Rooney liggur beint aftanfyri Michael Owen við 333 miljónum. Nummar fýra og fimm eru tveir aðrir United-spælarar, nevnliga Rio Ferdinand og Ryan Giggs.
Sambært norska TV2, so er enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello væl ríkari enn venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson. Capello hevur eina ogn, sum svarar til 271 miljónir norskar krónur, meðan Ferguson ?bara? hevur eina ogn, sum svarar til 199 miljónir norskar krónur. Roy Keane er nummar tvey á listanum við einari ogn, sum svarar til 244 miljónir norskar krónur. Nummar fýra og fimm eru Carlo Ancelotti og Sven Göran Eriksson.










