Manchester hevur ikki gloymt David Beckham. Tað var sjón fyri søgn, tá AC Milan liðið í gjár lendi á Manchester Airport. Beckham mátti fáa hjálpt frá løgregluni fyri at sleppa úr flogvøllinum fyri fjepparum og fjølmiðlum.
Øll eygu vóru eisini vent móti fyrrverandi Manchester United spælararinum, tá AC Milan í gjár vandi á Old Trafford. Beckham hevur undan dystinum sagt, at hann saknar at vera ein Manchester United spælarari, og at hann ongantíð vildi úr Manchester United.Hann legði aftrat, at tað verður ein kensluborðin løta at spæla á gamla heimavøllinum.
Flestu miðlarnir í Onglandi eru samdir um, at David Beckham byrjar inni. Beckham hevur annars ikki byrja fyri AC Milan, síðani teir spældu móti Manchester United seinast.
David Beckham spældi í Manchester United frá 1992 til 2003. Hann vann Premier League seks ferðir, tvær FA Cup og ikki minst Champions League í 1999.
Dysturin byrjar klokkan 19.45