Beckham bíðar við samráðingum

Enski fótbóltsspælarin David Beckham steðgar nú á í sáttmálasamráðingunum við Real Madrid. Sáttmálin millum partarnar gongur út næsta summar, og samráðingarnar eru byrjaðar. Men Beckham er ikki fastur maður á liðnum hjá Real Madrid, og tí vil hann bíða við samráðingunum. Tað hevur verið nevnt, at Beckham kundi hugsa sær at farið til USA at spæla fótbólt, men eisini italsku feløgini Inter og Milan eru áhugað í honum.