Bech heldur høvdið høgt

Tað gongur av skriðuni hjá danska superligafelagnum Esbjerg. Teir liggja aftast í superliguni, og um vikuskiftið tapti liðið til Skive í steypakappingini.

- Verri úrslitni eru, meira hava spælararnir brúk fyri einum góðum venjara, og eg haldi meg hava nógv eftir at geva liðnum. Men eg má siga, at eg eri vónbrotin av, at spælararnir bert vísa vilja og mót í tríggjar minuttir í hesum dystinum, sigur Troels Bech við JydskVestkysten.