Beata, um tú ikki veitst, so kann eg siga tær

Í samrøðu við Útvarpið mikukvøldið sigur tú, sum nývald forkvinna í Sosialu nevnd, at tú ikki veitst, hvussu vit kunna loysa trupulleikan við tørvandi barnaansingini í Kommununi.

Elin Lindenskov

býráðslimur



Eg hvakk við, tá ið eg hoyrdi teg siga hetta, tí frammanundan valinum vistu bæði tú og hini valevnini í Sambandsflokkinum væl, hvussu hesin stóri trupulleikin skuldi loysast. Sjálv hevði tú eisini eina grein, har tú sigur, at ikki fyrr enn Sambandsflokkurin hevur leiðsluna, kann Tórshavnar Kommuna gerast ein mynsturkommuna burturav. So má eg spyrja, hvussu kann ein kommuna gerast mynsturkommuna burturav, tá ið sjálv forkvinnan í sosialu nevnd, ikki veit, hvussu ein tann stórsti trupulleikin, sum kommunan hevur, skal loysast?

Tá ið tú nú ikki veitst, hvussu barnagarðstørvurin skal loysast, so kunnu vit bert fegnast um, at tað býráðið, sum sat frammanundan tær, hevur gjørt alt fyrireikingararbeiðið, sum skal til fyri at loysa trupulleikan. Í so máta ert tú komin til skorin klæði, ver tú glað fyri tað.

Í inniverðandi fíggjarári eru settar 81 mill. kr. av til barnaansingarøkið, ein øking í mun til 46. mill. kr, sum vóru avsettar í 2000. Hetta svarar til eina øking uppá 200 børn, sum fáa tilboð um barnaansingarpláss í ár. Fyrsti stovnurin í árinum er longu farin at taka børn inn, tað er útibarnagarðurin, sum húsast í skótahúsinum hjá S.S.B. skótunum.

Barnagarðurin í Vesturbýnum er undir bygging og verður liðugur í summar, har sleppa 60 børn inn, umframt at ein stova verður til børn við serligum tørvi.

Afturat hesum plássunum er peningur settur av til 120 onnur pláss. Um tú hevði gjørt tær tann ómak at kanna eftir, hvørjar ætlanir eru lagdar, so hevði tú eisini vitað, at fráfarna býráð hevur gjørt eina ætlan, ið inniber, at vit í Tórshavnar Kommunu skulu hava 100% barnaansing áðrenn 2003.

Nú kann tað vera, at nýggja leiðslan í Tórshavnar Kommunu ikki hevur í huga at fylgja ætlanunum hjá fráfarna býráðnum. Um so er haldi eg, at tit áttu at komið fram við tykkara ætlannum.

Tá ið tú nú ikki veitst, hvussu barnaansingartrupulleikin skal loysast, so kann eg geva tær eini ráð: Fylg ætlanini sum fráfarna býráð setti sær fyri, byrja við at seta pening av at byggja vøggustovur fyri.

Barnagarðstørvurin er um at verða loystur, nú eiga tey smæstu børnini at verða raðfest ovast!