BBC sensurerað Fawlty Towers

Sendingin Fawlty Towers verður nú endursend á BBC hvønn sunnudag, men sætta sendingin í røðini er nú blivin sensurerað av BBC.

 

Talan er um eina linju, sum figururin Major sigur. Hann greiður her Basil Fawlty (John Cleese) frá, at hann einaferð tók eina kvinnu við til ein kriketdyst, har India spældi við.

 

- Tað løgna var, at hon allan morgunin kallaði indararnir fyri "niggers". Nei, nei, nei, segði eg. Tað eru fólk frá VesturIndia, sum eru "niggers". Hesi eru svørt, sigur hann við Basil.

 

Sendingin er frá 1975, og hevur nú næstan 40 ár seinni elvt til kjak í Bretlandi. Orsøkin er, at BBC hevur klipt burtur hesa linju frá Majorinum, tí hetta verður mett at vera rasistiskt.

 

Men leiðslan í BBC er alt ov varin, halda fjepparar hjá Fawlty Towers.

 

Á heimasíðuni hjá BBC skriva hyggjarar millum annað, at endamálið við hesum figurinum er júst tað, at hann ikki umboðar tað, sum fólki heldur, men onkursvegna er ein leivd frá fortíðini. Tað var hann í 70'unum, og eigur enn at vera tað, halda fjepparar fyri.

 

Endamálið er at flenna at honum, og ikki við honum, verður skrivað á heimasíðuni.

 

Í somu sending av Fawlty Towers ger Basil Fawlty gjøldur burturúr einum týskarar, men hetta hevur BBC ikki tikið burtur úr.

 

Hetta veit heimasíðan hjá DR í dag.