BBC ger sending um Vágar

Sjónvarpsrásin BBC kemur í næstum til Føroyar at gera sending um lívið í Vágum undir 2. heimsbardaga.

Hetta er í samband við eina master-ritgerð, ið Mina Reinert skrivar, um ta ávirkanina, sum hersetingin hevði á Vágar, við serligum atliti til sosial og mentunarlig viðurskifti. Vágaportalurin skrivar, at BBC hevur frætt frá onkrum um hetta savn av myndum og lutum, ið finnast í Føroyum, og hevur hetta vakt teirra áhuga fyri at taka hetta við í sending teirra um vágafólk undir 2. heimsbardaga.