Ársins fyrsta Grand Slam-kapping, Australian Open, er júst farin av bakkastokki, men nú kastar ein skuggi seg yvir tennisheimin. BBC hevur í samstarvi við Buzzfeed avdúkað, at nógvir tennisdystir á hægsta stigi eru raktir av avtalaðum spæli, har leikarar fáa pening fyri at lata seg tapa.
Sambært skjølunum, sum BBC sigur seg hava fingið fatur á, men tó ikki vil avdúka ov nógv úr, sæst, at peningastreymurin fyri tað mesta er í Russlandi og Italia. Talan er um tilsamans 16 leikarar, sum hava verið í topp 50 á heimsstyrkislistanum, og harav onkur hevur vunnið eina Grand Slam.
Altjóða tennissambandið, ATP, hevur áður havt eitt vakið eyga við 28 leikarum, men hóast illgrunan, so varð eingin teirra dømdur. Tó fekk ein annar, Daniel Köllerer úr Eysturríki, lívlangt bann frá tenniskappingum, tá ið tað kom undan kavi, at hann tilvitað hevði latið seg tapt dystir.
BBC skrivar, at nakrir av teimum leikarunum, sum hava fyri eyga at svika, eru við í Australian Open. Miðilin vil eiheldur í hesum føri avdúka nøkur nøvn, men sigur seg vita, at ein teirra er í topp 50 í heiminum, og at viðkomandi tilvitað letur seg tapa fyrsta sett í dystunum.
Chris Kermode, forseti í ATP, vissar um, at sambandið ger alt fyri at steðga avtalaðum spæli. Í hesum sambandi er TIU, ein arbeiðsbólkur, settur á stovn fyri at halda eyga við slíkum óreglusemi í eini roynd at fyribeina avtalaðum spæli í tennis.










