Tað hevur ikki gingið reiðiliga eftir vild í ár hjá týska stórfelagnum, Bayern München, sum í verandi løtu er nummar trý í týsku Bundesliguni, seks stig aftanfyri oddaliðið, Borussia Dortmund.
Tað er serliga verjuparturin, sum hevur haltað, og tað ætlar venjarin, Niko Kovač, at gera nakað við. Hann hevur fingið eyga á ein franskan verjuleikara, sum verður alt annað enn bíligur at keypa.
Leikarin, ið talan er um, er vinstri bakkurin á franska landsliðnum, Lucas Hernández. Hann spælir í løtuni við spanska Atlético Madrid. Tað er stóra spanska blaðið, Marca, ið skrivar, at Bayern München ætlar at keypa hann.
Treyt í sáttmálanum ger at tað kostar 597 milliónir krónur at keypa Lucas Hernández leysan, og tað ætlar Bayern München sær, sambært Marca, at gera tá ið flytingargluggin letur upp fyrst í januar.