Bayern Munchen á eggini

Týsku meistararnir eru trýstir áðrenn seinnu uppgerðina móti Porto í kvøld

Seinnu fjórðingsfinalurnar í Champions League vera í hesari vikuni leiktar. Í kvøld eru tvær av teimum á skránni. Í Týsklandi skulu týsku meistararnir, Bayern Munchen, taka ímóti FC Porto, meðan hin uppgerðin er millum Barcelona og Paris Saint Germain.

 

Tað er eingin ivi um, at týsku meistararnir úr Bayern Munchen eru trýstir undan seinnu fjórðingsfinaluni í kvøld. FC Porto vann fyrru fjórðingsfinaluna 3-1, so Bayern Munchen skal í minsta lagi vinna við tveimum málum, fyri at gera sær nakra vón fyri víðari luttøku í kappingini.

 

Tað hevur annars gingið sum eftir ánni hjá Pep Guardiola í heimligu kappingini, síðani hann á sumri í 2013 tók yvir, men í Europa skuffaði liðið farna kappingarár. Spurningurin er so, um Bayern Munchen skuffar aftur hetta kappingarárið.

 

Til dystin í kvøld, sita fleiri profilar uttanfyri hjá Bayern Munchen. Tað er greitt at David Alaba, Arjen Robben og Mehdi Benatia allir sita uttanfyri við skaða. Harafturat eru Franck Ribery, Phillip Lahm, Bastian Schweinsteiger og Juan Bernat allir ivasamir.

Porto má eisini vera tveir profilar fyri uttan í dystinum í kvøld. Báðir bakkarnir hjá Porto, Alex Sandro og Danilo, sita í kvøld uttanfyri við leikbanni.

 

Hin uppgerðin í kvøld er á Camp Nou, har Barcelona tekur ímóti Paris Saint Germain.

 

Har hevur Barcelona munandi betri útgangsstøðið enn mótstøðuliðið, tí Barcelona vann fyrru uppgerðina 3-1 á útivølli móti Paris. Tí tykist at vera lítil ivi um, at Barcelona kemur at vera eitt av teimum fýra liðunum í hálvlfinaluni.

 

Dystirnir í kvøld byrja báðir klokkan 19:45. Tv3+ á Televarpinum vísir dystir millum Bayern Muncehn og FC Porto, meðan Tv3Sport 1 vísir hina uppgerðina, sum er millum Barcelona og Paris Saint Germain.