Dortmund er oddalið í týsku kappingini, og á útivølli móti Bayern München vístu teir rættiliga hví. Bayern München tapti nevniliga dystin 1-3 og eru nú 13 stig aftanfyri. Týska stórliðið, Bayern München, fekk eina sera vánaliga byrjan upp á kappingina í Týsklandi, men kortini hevur liðið barst seg upp á triðja plássið í kappingini. Og í dag skuldi prógvast, at fleirfaldu meistararnir kundu spenna bein fyri Dortmund í meistaraheitis stríðnum.
Liðini hittust á heimavøllinum hjá Bayern München, Olympic Arena, men heimavøllurin skuldi ikki vísa seg at verða nakar fyrimunur.
Longu eftir 9 minuttum legði Dortmund seg á odda, tá ein stórur feilur frá Bastian Schweinsteiger førdi til, at Grosskreutz kundi spæla Barrios fríar til 1-0.
Seks minuttir seinni kundi Luis Gustavo sparka eitt Franck Ribery hornaspark í málið til 1-1. Men gleðin var stokkut, tí bert tveir minuttir seinni skoraði Nuri Sahin eitt fantastiskt langskots mál frá minst 30 metrum.
Eftir hetta var tað ilt at siggja, hvussu Bayern kundi skora aftur, og tá Mats Hummel stútaði eitt hornaspark í netið, var einki hjá Bayern München at gera.
Teir vunnu í vikuni 1-0 á Inter á útivølli, men tað er ilt at siga, hvussu teir kunnu vinna Dortmund aftur í heimligu kappingini, sum teir nú eru 13 stig aftan fyri.










