Bayern München roynir av øllum alvi at styrkja sær um hópin eftir skuffandi kappingarárið í Bundesliguni í ár, har teir endaðu á einum fjórða plássið, og sostatt ikki sleppa at luttaka í Champions League komandi ár.
Fyri stuttum keyptu teir bæði franska landsliðsleikaran, Franck Ribery, og italsku stjørnuna, Luca Toni, sum vera mettir at hava kostað týska stórfelagnum á leið 270 mió. kr. Hetta tykist tó ikki vera nokk fyri Bayern München, tí um vikuskiftið hava teir eisini bjóðað uppá týska áleyparan Miroslav Klose, sum leikar við einum av størstu kappingarneytunum, Werder Bremen.