Altjóða miðlar skriva í dag, at Bayern Munchen hevur keypt Leroy Sané frá Manchester City. Prísurin fyri Leroy Sané sigst liggja um 370 milliónir krónur, umframt næsta 100 milliónir krónur alt eftir hvussu væl spælarin klárar seg.
Leroy Sané hevur verið millum stinnastu spælararnar hjá Manchester City, men seinasta árið hevur hann verið langtíðarskaddur. Sáttmálin gongur út um eitt ár og týski vongurin hevur ikki ynskt at leingja sáttmálan við Manchester City.
24 ára gamli Leroy Sané hevur millum annað skorað móti føroyska U21-landsliðnum í 2015. Tá vann týska U21-landsliðið heili 6-0 á Tórsvølli og Leroy Sané skoraði til 5-0 móti dystarenda. Millum málskjúttarnar tann dagin var eisini Serge Gnabry, sum í dag stórtrívist í Bayern Munchen.











