Flóttafólkastreymurin um miðjarahavið stendur við og versnar fyri hvønn dag, og eitt av londunum, sum ber broddin av júst komnu flóttafólkunum er Týskland.
Nú hevur størsta fótbóltsfelagið í landinum, Bayern München, boða frá, at felagið vil gera sín part fyri at hjálpa flóttafólkunum.
Felagið hevur avgjørt at skipa fyri eini venjingarlegu fyri flóttafólk, umframt at bjóða teimum mat og frálæru í týskum og at veita flóttafólkunum, sum koma til München, fótbóltsútgerð.
Afturat øllum hesum fer felagið at geva eina millión euro, ella góðar sjey milliónir krónur, til flóttafólkatiltøk.
Áðrenn næsta heimadystin hjá Bayern München, sum er móti FC Augsburg 12. septembur, fara spælararnir hjá báðum liðunum sum vant at ganga út á vøllin, leiðandi hvør sítt barn. Hesaferð fara teir tó at leiða eitt í hvørjari hond, eitt týskt barn og eitt flóttafólk.
- Bayern ær tað sum okkara sosialu ábyrgd at hjá flóttafólkunum, børnum, kvinnum og monnum, sum eru í neyð, at hjálpa teimum og at vera hjá teimum í Týsklandi, sigur Karl-Heinz Rummenigge, forseti í Bayern München.