Týskarnir vunnu fyrra dystin við einum málið, og tí skuldi Lyon vinna dystin ígjár, um teir skuldu koma í finaluna. Men Bayern Munchen, sum vóru uttan leikbannaða Franck Ribery, vísti frá byrjan, at teir vóru tað betra liðið. Tá ein lítið hálvur tími var leiktur, legði Ivica Olic Bayern á odda. Tað var eftir gott uppspæl frá bara 20-ára gamla Bayern Munchen talentinum, Thomas Muller. Málið merkti, at Lyon nú skuldi skorað tríggjar ferðir fyri at koma víðari.
Í seinna hálvleiki økti sami Ivica Olic til 2-0, eftir eina frálíka avlevering frá avloysarinum hjá Ribery, Hamit Altintop. Løtu seinni skoraði 30-ára gamil kroatin, Olic, sítt triðja mál og harvið reint hattrick, tá hann stútaði eitt innlegg í mál. Sostatt vann Bayern dystin 3-0 og samanlagt 4-0 á Lyon.
Bayern Munchen hevur fleiri ferðir verið nær við at fara úr Champions League kappingini í ár. Í bólkaspælinum fóru teir til Italia og skuldu vinna á Juventus, um teir skuldi víðari. Teir høvdu tað torført ímóti Fiorentina í fyrsta umfarið av endaspælnum, men ein Arjen Robben perla bjargaði teimum. Ímóti Manchester United vóru teir aftanfyri 3-0 og skuldu skorað tvær ferðir á Old Trafford, fyri at koma víðari Hvørja ferð hava týskarnir megnað at vinna seg úr torføru støðinum. Úrslitið er, at teir 22. mai skulu spæla í Champions League finaluni, ið verður á Santiago Bernabeu í Madrid.