Russiska liðið, Zenit Sankta Pætursborg er í UEFA Cup-finaluni, sum verður leikt á City og Manchester Stadium 14. mai. Zenit vann knúsandi 4-0 stórsigur á stjørnunum úr Bayern München. Hálvleiksstøðan var 2-0. Fyrri dysturin á Allianz Arena í München endaði við javnleiki 1-1, og gjørdist sostatt talan um samlaðan 5-1 sigur til russiska liðið.
Longu í 5. minutti legði Pavel Pogrebnyk Zenit á odda 1-0. Í 39. minutti økti Konstantin Zyrianov til 2-0. Zenit legði aftur hart út í 2. hálvleiki, og longu í 53. minutti skoraði Victor Fayzulin til 3-0, og stórt korter fyri leiklok endaði Pavel Pogrebnyk málveitsluna í Sankta Pætursborg, tá hann setti eitt dundurskot í netið hjá Oliver Kahn.
Dysturin í kvøld var tann síðsti altjóða dysturin hjá Oliver Kahn. Talan verður kortini ikki um eitt miseydnað ár hjá Bayern. Teir hava vunnið týsku steypakappingina, og tað er eingin ivi um, at teir gerast týskir meistarar eisini. Kortini verður týska ítróttarpressan ikki mjúk at strúka í morgin, og fær Bayern væntandi nógv høgg í pressuni komandi dagarnar.
Kl. 19.45 dystast Fiorentina og Glasgow Rangers um hvør skal møta Zenit í UEFA Cup-finaluni. Fyrri dysturin á Ibrox Leikvøllinum í Glasgow endaði við javnleiki 0-0.