Hóast tað eru trý umfør eftir at spæla í týsku bundesliguni, er tað greitt, at FC Bayern úr Munchen er týskur meistari. Bayern spældi í gjár javnleiki ímóti Wolfsburg, og tað var nóg mikið til at tryggja liðnum meistaraheitið. Bayern, sum i farnu viku tapti stórt í hálvfinaluni í UEFA Cup, vísti einki serligt spæl í gjár, men teir fingu tað stigið, sum teir høvdu brúk fyri. Hetta er 21. meistaraheitið, sum týska stórfelagið vinnur.
Tíðindi