Bayern blásti Barcelona av vøllinum

Bayern Munchen vann í stórum stíli heili 4-0 á Barcelona í fyrru hálvfinaluni í Champions League í kvøld. Thomas Muller skoarði tvey, meðan Mario Gomez og Arjen Robben skoraðu eitt í part.

 

Bayern Munchen hevur beina kós móti Champions League finaluni. Í 90 minuttir vóru teir greitt omaná í dystinum móti Barcelona á Allianz Arena. Vóru teir hepnari við dømingini, so kundi sigurin verið størri, men eisini Barcelona hevði orsøk at ilskast inn á dømingina.

 

Í hálvleikinum var heimaliðið á odda 1-0. Eftir hornaspark kom bólturin innfyri aftur og har var Thomas Muller fyrstur á. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Mario Gomez eftir hornaspark.

 

Síðani skuldi Barcelona royna at fáa eitt mál við aftur til returdystin, men endaðu við at blíva revsaðir upp á skjótálop. Arjen Robben breyt ígjøgnum og úr spískum skoraði hann til 3-0. Móti endanum bleiv eyðmýkingin fullførd, tá Thomas Muller skoraði til 4-0.

 

Um dysturin í kvøld er nakað at ganga eftir, so er onki at ivast í, at Bayern Munchen verður í Champions League finaluni.

 

Champions League hálvfinala:

Bayern Munchen – Barcelona 4-0(1-0)

1-0 Thomas Muller, 25

2-0 Mario Gomez, 49

3-0 Arjen Robben, 73

4-0 Thomas Muller