Les McKeown er deyður, 65 ára gamal.
Hann andaðist brádliga í heimi sínum 20. apríl, upplýsir familjan á Twittwr vanganum hjá tónleikaranum.
Mckeown er kendur sum sangari í bretska tónleikabólkinum bay City Rollers, sum í sjeytiárunum var í fremstu røð, og eitt sonevnt boy-band, ið hevði hit sum t.d. Bye, Bye, Baby og Give a Little Love.
McKeown kom við í bólkin í 1973 og var við, meðan bólkurin hevði mesta undanvindin. Hann fór úr bólkinum í 1978. Eftir hetta náddi bólkurin ikki somu hæddir aftur.
McKeown royndi seg á egnum beinum, men náddi hekdur ikki somu hæddir, sum tíðin í Bay City Rollers hevði við sær.
Í 2015 kveikti hann lív í aftur gamla bólkin saman við Stuart Wood og Alan Longmuir. Síðst nevndi andaðist í 2018.
Myndin ovast:
Les McKeown, aftast, saman við parti av Bay City Rollers, her myndaðir av Derek Longmuir, Eric Faulkner , Ian Mitchell og Stewart Wood í 1975
##med2##












