Nógvur vindur noyddi í gjárkvøldið Felix Baumgartner at sleppa ætlanini at seta nýtt met í fríum falli uttan úr rúmdini. Alt var annars klárt, men í seinastu løtu kendi tann eysturríkski ævintýrarin seg noyddan at avlýsa royndina.
-Hetta er eitt sera stórt vónbrot, men so leingi vit hava eina eyka ballón og fleiri royndir, eri eg til dystin fús, segði Felix Baumgartner í gjárkvøldið.
Ætlanin var, at tann stóra heliumballónin skuldi lyfta Felix Baumgartner 36,5 kilometrar upp frá jørðini, og at hann so skuldi lata seg detta niðuraftur. Av tí at eingin luftmóstøða er har uppi, hevði ferðin komið upp á meiri enn 1.100 kilometrar um tíman, og sostatt hevði Felix Baumgartner sum tann fyrsti brotið ljóðmúrin við fríum falli.
Ein fallskíggi skal tryggja, at maðurin kemur niður á jørðina í øllum góðum.










