Bátur feyk á bil í Norðragøtu

Eisini í Norðragøtu hevur vindurin gjørt um seg

Eisini í Norðragøtu hevur vindurin gjørt um seg.

Klokkan 8 í morgun varnaðust arbeiðsfólk frá El-talvuvirkinum, at ein bátur var fokin á ein av arbeiðsbilinunum.


Báturin stóð við síðina av einum neysti, einar 25 metrar frá, har arbeiðbilurin stóð parkeraður.

 

Hóast tað hevur verið nógvur findur ymsastaðni í nátt, hevur løgreglan ikki fingið fráboðanir um stormskaðar. Einastu fráboðanirnar, løgreglan hevur fingið, var um eitt bussskýli í Gøtu, sum var við at ríva seg leyst, og ein tekja á einum húsum undir Gøtueiði var við at ríva, men í báðum førum varð støðan bjargað, áðrenn nakar skaði hendi.