Í farnu viku varð boðað frá herverki í Grasagarði, har foreldur eisini ávaraðu um glaspetti, ið sløddust og kundu vera vanda til vanda fyri børnini sum spæla har, men Tóri í Hoyvík, býargartnari sigur, at tað er nógv batnað í mun til fyrr.
Les eisini: - Dóttir mín skar seg í munnin í Grasagarði
- Fyrr kundi tú finna væl verri lutir - sum sproytur - á spæliplássum, ið sløddist eftir at fullir ungdómar høvdu hildið til har um vikuskiftið, og tað síggja vit ógvuliga lítið til nú, sigur Tóri.
Somuleiðis vísir hann á, at nú er alt tikið upp í Grasagarði og tey hava skipaða upprudding á spæliplássunum í kommununi.
- Tað er keðiligt, at slíkt liggur og sløðist og kann vera børnunum til ampa, men eg hevði ynskt at fólk boðaðu kommununi frá beinanvegin, heldur enn at venda sær beint til fjølmiðlarnar. Sum tú sært her, sigur býargartnarin og peikar runt á spæliplássinum, so er ikki nakað glas at síggja longur. Tað verður ruddað regluliga her hvørja viku, leggur hann afturat.










