Bátasmíð: Sætta umfar er um at vera liðugt

Tað skrivar Sandavágs Fornminnafelag, sum í summar hevur fingið Terja Jakobsen bátasmið at smíða bát fyri almenninginum. 

 

Sætta umfarð eitur Remmuborð, eftir tað kemur Rimin og síðani Stokkarnir.

 

Í morgin, 26. juli, er seinasti dagur, ið bátasmiðurin arbeiðir áðrenn ólavsøku. Byrja verður aftur í Steigartúni, mánadagin 7. august.

 

Til sølu

 

Báturin verður settur til sølu, tá hann er liðugt smíðaður. Við fylgja 4 árar og róður.

 

Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, lutaður burtur á ólavsøku 2023.

 

Áhugaði kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477