Bátasigling í fagrasta veðri

Fyri løtu síðan løgdu bátarnir, sum vóru við í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir, at í Oyrunum.

Fyri løtu síðan løgdu bátarnir, sum vóru við í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir, at í Oyrunum.

 

At síggja til var hetta eitt fittligt bátatal, sum stevndi út eftir Skálafjørðinum í fagrasta veðri - við sólini bakandi hægst á himmalinum. Onkur, sum royndi at telja bátarnar, helt, at talið mundi nærkast teimum 100, og tað er góð uppmøting. 

 

Tá bátarnir stevndu inn í Oyrahavnina, var hátíðarligur og festligur hornatónleikur at hoyra, og tá allir bátarnir vóru komnir til bryggju, beyð Elin á Torkilsheyggi vælkomin og segði nøkur orð.

 

Nú sita bátasiglarar umframt onnur til borðs á matstovuni á fiskavirkinum, har borðrreitt verður við góðari feskari suppu, og gjarna plaga tey, ið ynskja tað, eisini at fáa okkurt gott til beinini.

 

Viðheftu myndir vórðu tiknar í Oyrunum fyri løtu síðan, tá stóra bátafylgið stevndi inn í deksbátahavnina, har umstøðurnar eru góðar.