Bátaradio er væl dámt millum lurtararnar hjá Rás2.
Í fleiri ár hevur verið sent frá bátafestivalinum á Toftum, bátastevnuni í Vestmanna og regattasiglingini í Sundalagnum.
Ætlanin var eisini at senda av Skálafjørðinum og av Toftum seinnapartin í dag, nú Bátafelagið á Toftum skipar fyri bátafestivali, og siglt verður úr Skálafirði og út á Toftir tíðliga seinnapartin.
Men, vegna forfall er tíverri neyðugt at avlýsa sendingina í dag.










