Batar bæði hjá fiski og sjófugli

- Eftir fleiri ár við søguliga lítlari tilgongd og fiskiskapi av toski og hýsu, tykjast nú batar at vera fyri framman, sigur stjórin á Havstovuni.

Í nýggjastu útgávuni av ”Sjóvarmál” fegnast stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, um, at broytingar eru á veg í náttúruviðurskiftunum á landgrunninum.

 

- Eftir fleiri ár við søguliga lítlari tilgongd og fiskiskapi av toski og hýsu, tykjast nú batar at vera fyri framman.

 

Stjórin vísir á, at batar eru í gróðri og djóraæti, og tilgongdin av nebbasild er økt.

 

- Góð tilgongd av hýsu er á veg, og løgið skal tað vera, um ikki tilgongdin av toski eisini fer at batna. Sama er við teimum sløgum av sjófugli, ið liva av nebbasild.

 

Eilif Gaard sigur, at ein av uppgávunum hjá Havstovuni er at upplýsa og ráðgeva vinnu og myndugleikum.

 

- Endamálið í hesum føri er, at tann bati, sum nú tykist vera á landgrunninum, kann koma so væl til høldar sum gjørligt, sigur stjórin á Havstovuni.