Føroya landsstýrið lat í vár 400.000 krónur til eina verkætlan hjá Bláa Krossi í afrikanska landinum Kjad. Verkætlanin hevur fingið heitið ”Sig nei til rúsdrekka og narko”, og hevur til endamáls at minka um rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu millum ung í býnum Ndjamena, gjøgnum upplýsing og geva teimum annað innihald í gerandisdegnum.
Talan er um eina trý ára verkætlan, ið byrjaði 2014 og endar í 2016. Í Bláa Krossi lata tey væl at verkætlanini, nú hon er hálvliðin.
- Enn er ov stutt tíð fráliðin at siga nakað endaligt úrslit av verkætlanini. Men nakrar ábendingar síggjast tó. Frágreiðingin sigur millum annað, at lærarar og onnur starvsfólk á skúlunum siga, at tað er minni rúsdrekka- og rúsevnisnýtsla í skúlunum, minni rúsevnissøla, lærararnir eru áhugaðir í nýggjum frálæringarhættum, og meira enn helvtin av motorsúkkluførararunum hava tikið eina HIV-roynd, skrivar Blái Krossur á teirra heimasíðu.
Á heimasíðuni teirra verður greitt frá, at rúsdrekkamisnýtsla er millum annað orsøkin til 20 prosent av øllum deyðsføllum í ferðsluni í landinum, umframt at HIV spreiðir seg lættari í landinum vegna stóru nýtsluna av rúsevnum.
Higartil eru sjey skúlar við 12.000 næmingum knýttir at verkætlanini hjá Bláa Krossi. Sum partur av átakinum, so skipar Bláir Krossur í Kjad fyri 190 undirvísingartímum í teimum sjey skúlunum, har upplýst verður um vandarnar við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.
Skúlastjórin í einum av skúlunum letur eisini væl at verkætlanini hjá Bláa Krossi.
- Eg kann bara úttala meg um tíðina, síðani eg bleiv leiðari á skúlanum, men eg haldi, at Blái Krossur hevur gjørt eitt gott arbeiði. Tá ið eg kom, vóru tað nøkur, ið seldu rúsevnir her á skúlanum og onnur, ið seldu rúsdrekka í smáum posum. Eg yvirraskaði nakrar næmingar í skúlagarðinum. Tað var eitt sindur keðiligt, tá ið eg kom á hendan skúlan. Men í dag við hjálp frá Bláa Krossi, síggi eg als einki til hetta óskili. Øll tey, ið seldu, eru rýmd.
Umframt stuðulin frá Føroya landsstýri og landsinnsavningini hjá Bláa Krossi, so eru onnur lond og felagsskapir við í verkætlanini, harímillum Altjóði Blái Krossur, Blái Krossur í Kjad, sveisiska stjórnini og hjálparfelagsskapir í Sveis.