Ársins fyrsta bátastevna - Bátafestivalurin á Toftum - verður leygardagin, 7. mai.
Bátaplássið í Oyrunum er avmarkað, og í dag er seinasta freist at tilmelda seg til bátapláss.
- Í ár er eitt talgilt tilmeldingarskjal, sum skal útfyllast. Tá tú trýstir á leinkjuna, verður tú leiddur inn á skjalið, sum verður fylt út.
Fyrireikararnir siga, at leinkjan er https://forms.office.com/r/CQQFetwuDf
- Seinasta freist at tryggja sær eitt bátapláss er í dag, 2. mai. Vit gleða okkum at síggja nógvar bátar og manningar á Toftum.
Longu í síðstu viku vóru longu komnar fleiri tilmeldingar, og á Toftum vænta tey stóra luttøku leygardagin.
Bátafelagið á Toftum, sum skipar fyri festivalinum, bjóðar eisini til kamping í døgunum, 5.-8. mai.
- Eins og undanfarin ár, er øki á havnalagnum til kampingvognar og kampingbilar, og her er pláss fyri umleið 25 vognum/ bilum.
Her er seinasta freist at bíleggja pláss hósdagin hin 5. mai klokkan 20, og kostnaðurin er 150 krónur fyri hvørt samdøgur, íroknað el.
- Eins og bátafólk, fáa eisini kampingfólk suppu og drykkjuvørur, tá bátarnir hava lagt til bryggju á Toftum leygardagin.
Lagt verður aftrat, at tilmelding til kamping á festivalinum fer fram við at skriva til runisamuelsen(at)outlook.dk