Batafelagið leigar gamalt posthús

Bátafelagið á Toftum hevur gjørt leigusáttmála við Hanus Lómstein, um leigu av hølunum har POSTA helt til.

Virksemið hjá felagnum er bara økt ár undan ári, eins og ognir felagsins eru vorðnar fleiri og fleiri.

Nevndin metti tí, at hetta tilboðið nøktaði tørv felagsins, og liggur væl fyri í bygdini og er lætt atkomuligt, og letur upp fyri nýggjum møguleikum fyri felagið.

Men hóast økt virksemi og fleiri ognir, eru ov fáir limir í felagnum.

- Skal Bátafestivalurin og Bátafelagnum verða lív lagað, mega tað verða fleiri, sum kunna skipa fyri tiltøkum á Toftum, sigur felagið.

Aðalfundur felagisns stendur fyri durum og tá er eisini møguleiki, at tekna seg sum lim, skrivar heimasíðan nes.fo.