Í Hósvík er bátafelag - Hósvíkar Bátafelag - sum er stovnað í 2017. Øll kunnu gerast limir í felagnum, og tilboðið um limaskap er galdandandi fyri øll, sum hava áhuga fyri bátum og sigling.
Ein av stovnarunum er Gunnbjørn Joensen, sum eisini hevur verið formaður í felagnum øll árini síðan byrjan.
Felagið hevur stívliga 90 limir kring landið og onkrir føroyingar, sum búgva uttanlands, eru eisini limir. Limaskapurin kostar 300 krónur um árið, men í árinum, tú fyllir 68, kanst tú gerast limur fyri einans 150 krónur.
Hósvíkar Bátafelag hevur felagshús á bryggjuni í Hósvík. Hetta er húsið, sum alifelagið Mowi í sínari tíð brúkti í samband við aling. Fyri nøkrum árum síðan yvirtók Sunda kommuna húsið og hevur síðan leigað tað til bátafelagið.
Frammanfyri bátafelagshúsið, sum stendur dygst við sjóvarmálan, er serstøk atløgubryggja, sum Mowi brúkti í sínum alivirksemi, og hetta er soleiðis eisini bryggjan hjá bátafelagnum.
- Tá vit hava vitjan av bátum og bátafólki, vísa vit til bryggjuna við bátafelagshúsið, her bátasiglarar fáa ymiskar tænastur, sum tey spyrja eftir. Í húsinum eru góðar umstøður við køki, wc’i, brúsu og felagshøli, og við bryggjuna fæst eisini landstreymur og vatn.
Gunnbjørn Joensen vísir á, at tað hendir fleiri ferðir í tí betru tíðini av árinum, at bátar og bátafólk koma til bygdar og steðga í Hósvík í ein ella nakrar dagar.
Tey, sum eru limir í felagnum, hava eina kotu, soleiðis at tey altíð sleppa inn í húsið og onnur, sum ikki eru limir, men sum ynskja at brúka okkara fasilitetir, seta seg bara í samband við onkran í nevndini.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði limir - og ikki limir, leggur hann aftrat.
Bátafelagshúsið í Hósvík verður eisini brúkt sum undirhús í bygdini, og leygarmorgnar er vanligt, at fleiri savnast í húsinum til prát og samveru.
- Vit rópa húsið fyri Grynnan, sum eisini er eitt stuðulsfelag til bátafelagið, og leygarmorgnar verður farið oman á Grynnuna. Her verður sitið og prátað um mangt og hvat, sum rørist til klokkan nærkast middegi, tá húsið vanliga er tómt aftur.
Eitt kvøld um vikuna verður eisini spælt kort í bátafelagshúsinum.
##med2##
Gunnbjørn Joensen vísir á, at nú fyrireikingar eru í Hósvík til regattasigling, ið er eitt rættiliga stórt tiltak, sum Hósvíkar Róðrarfelag stendur aftan fyri, er bátafelagið ikki beinleiðis partur av fyrireikingunum.
- Men, alt eftir, hvør tørvurin er, vilja vit altíð vera ein stuðlandi partur undir tiltakinum, og eitt nú plaga samarittarnir, sum eru við til at tryggja, at øll hava tað gott í Hósvík, at hava bátafelagshúsið sum støð.
Regattasiglingin byrjar á Eiði seinnapartin fríggjadagin 14. august. Fólk, sum eru á Eiði, tá tiltakið byrjar, hava mangan sæð Gunnbjørn Joensen saman við øðrum staðið aftan fyri diskin, tá atgongumerki og blusur skulu latast siglandi luttakarunum.
FM1 fer at senda frá regattatiltakinum í Sundalagnum. Byrjað verður at senda á Eiði, og síðan verður sent, meðan siglt verður suður gjøgnum Sundalagið - og sent verður eisini úr Hósvík, eftir at regattabátarnir eru komnir trygt í Havn.