Tað kann av álvara sigast at várið er ávegis. Luftin gerst heitari, Grækarismessa nærkast og nú verða bátabrúgvarnar eisini settar út aftur.
Fólk sitan mangan á bátabrúnni saman við vinfólkum og familju, og tað eru altíð minnini um bjørtu og jaligu vár- og summartíðina, ið vakna tá man sær bátabrúgvarnar.
Nú er tíðin búgvin at koma úr dvala, frá heitu dýnuni, te-munninum og illveðrinum, og gera seg kláran til eitt framúrskarandi summar. Tí er várið og summarið í Føroyum ikki bara ótrúligt? Vit føroyingar hava tann fantastiska møguleikan, at vit kunnu vera umringað av tí vakra náttúrulívinum og jaligum fólki.
Nú leggja vit kavan og kuldan afturum, og venda andlit okkara mótvegis ljósari tíðum. Smílið er fest á varrunum. Vaknandi vár – vaknandi menniskja.