Nú síggjast tey heilt væl, børnini í útibarnagaðrinum í Miðvági, tá tey fara í býin. Tey hava fingið nýggjar, gular vestar, sum bæði eru sjónligir í dagslýsi, eins og teir hava endurskin, so tey eisini síggjast, tá ljós skínur á tey í myrkri.
Hetta tykist vera eitt rættiliga gott hugskot, hetta at lata hesi smáu ganga í slíkum vestum, sum nú eru at síggja víða um. Og tað tykist eisini, sum tey hava tikið tað til sín sum móta og ikki fara um dyrnar, uttan tey eru i hesum góðu vestum.
Børnini hildu tað vera rættiliga stuttligt, tá Bassi kom á vitjan, og til heiðurs fyri honum varð farið í vestarnar og stillað upp til myndatøku úti í gamla skúlagarðinum í Miðvági, har bæði ommur og abbar umframt foreldur teirra, sum í dag ganga í barnagarðinum, hava havt sína dagligu gongd.