FUGLAFJØRÐUR
Árverkini í samlaða handilsvirkseminum hjá Bassa eru umleið 40 í tali, men tá lønarflytingar verða framdar, eru eini 85 fólk á listanum.
- Vit hava soleiðis fleiri fólk, sum hjálpa til, og millum hesi eru eitt nú skúlanæmingar, sigur hann.
Matvøruhandlarnir í Fuglafirði og á Toftum hava nú opið til klokkan 22 á kvøldi, hvørt kvøld í vikuni. Á Toftum er handilin Hjá Pidda tó ikki opin sunnudag, eins og Haraldsen er í Fuglafirði.
Kiosk Vár hevur nú eisini opið til midnátt.
- At handlar og kioskir hava longri opið, er eitt rák, sum er komið, og eg vænti, at hetta er komið fyri at vera. Hetta ger so eisini, at streymurin av viðskiftafólk verður meiri javnur, og at trýstið kanska ikki verður eins stórt ávísar tíðir av degnum, sigur Kristian Suni Haraldsen.










