Ungi og sjarmerandi sangarin frá X Factor kappingini byrjar nýggja yrkisleið sum sangari við framførslu á Summar Festivalinum
16 ára gamli Basim er eitt ordans sjarmutrøll. Í sjónvarpsrøðini X Factor tók hann pallin við stormi og brakaði ígjøgnum sjónvarpsskíggjan og út til danir og føroyingar, sum fylgdu við sangkappingini.
Hann dugir framúr væl at framføra og við síni serstaku rødd er lítið at ivast í, at ein nýggj sangstjørna er fødd.
Basim býr stutt uttanfyri Keypmannhavn, hann er júst liðugur við 9. flokk. Hann hevur arbeitt á McDonalds í frítíðini, men frameftir verður alt meira tíð nýtt til tónleikin.
Fyrsta stakfløgan hjá Basim kemur út á Summar Festivalinum, og Basim fer sjálvsagt at framføra hendan sangin og aðrar á Summar Festivalinum.
- Beiggi mín fekk meg at syngja, og hann hevur givið mær íblástur at brúka røddina hjá mær, sigur Basim.
- Sangurin er fyri meg ikki bara eitt ljóð, sum kemur út úr munninum á mær. Tað er meira ein háttur at úttrykkja mínar kenslur ella eina løtu, sum eg havi upplivað. Eg vil gjarna siga søgur fyri fólki, og vit skulu kunna grína og gráta saman, sigur Basim.
- Eg eri eisini byrjaður at skriva mínar egnu tekstir, og tað er stuttligt, sigur hann.
Basim og Summar Festivalurin ganga hond í hond. Tí í dag, nú hann verður kunngjørdur sum navn á Summar Festivalinum, fyllir hann 16 ár, og á sjálvum Summar Festivalum verður fyrsta stakfløgan hjá Basim givin út.









